Skeið í framleiðslu av skulpturum og lutum úr betong
BJ Hammer sp/f hevur tey síðstu árini frammleitt ymiska brúkslist úr betong. Vit hava tí eisini vunnið okkum eina serstaka vitan á økinum.
Hesa vitan vilja vit fegin bera víðari. Vit fara tí í vetur, at hava nøkur skeið í frammleiðslu av smærri skulpturum og lutum úr betong.
Endamálið við einum slíkum skeiði er, at tú sum luttekur hevur eitt hugskot, um hvønn skulptur tú ynskir at gera. Síðan fært tú neyðugu vegleiðing og hjálp til, at gjøgnumføra skulpturin/lutin.
Umframt hetta umfatar skeiðið:
- At mála lutirnar
- At mála lutirnar, so at teir kunnu síggja út, sum teir eru úr bronsu
- At frammleiða formar úr silikongummi
- At gera avstoypningar av hondum/fótum úr alginatgummi
Skeiði varðar í tríggjar dagar og kostar 1.950 kr. Við í prísinum er ein sekkur av formbarum betongi, máling v.m. Tað einastat tú skalt hava við er gott lag, eitt gott hugskot – og ein matpakka. Kaffi og the fáa tit á staðnum.
Luturin sum tú ætlar at gera, kann ikki vera størri enn, at hann kann gerast á borðinum, sum tit koma at arbeiða á.
Eftir ætlan verður skeiðið á verkstaðnum hjá okkun í grótbrotinim í Norðragøtu hesar dagarnar:
- Fríggjadagin. 15. des. kl. 9-17
- Leygardagin. 16. des. kl. 9-17
- Sunnudagin. 17. des. kl. 10-17
Avmarka luttøka! Pláss er fyri 10-15 persónum.
Fyri at fáa inspirasjón kunnu tit vitja www.makemake.dk . Og makemake á facebook tað er m.a. hesi produktir, sum vit umboða og brúka á skeiðnum. Sí faldara frá makemake her.
Tit eru vælkomin, at boða frá luttøku á bjhammer@bjhammer.fo og tel. 281917