Back

Tænastur

Endamál okkara

Endamál okkara er, at skapa serliga brúkslist m.a. eftirgjørt grót, klettar, fossar, hyljar og springvatn til garprýði, hellið, íbygdarsteinar og hitapottar.

Vit bjálva hús við flamingo og klæða tað við grótlíki. Hetta tilfar er vakurt og haldført og er nógv nýtt m.a. í stuttleikaparkum, so sum Legoland, vatnland, Lalandia og Zoologiskhava.

Úr hesum serliga betongi skapa vit eisni: Havamøblar, alskyns havaprýði, borðplátur og vask. Vit skapa eisini list úr øðrum tilfari, so sum træið, máling, rust, v.m.

Tað er bert hugflogið, sum setur markið

Hevur tú eina serliga uppgávu/hugskot, sum krevur eitt listarligt hegni, so skapa vit hetta fegin saman við tær.