Haldføri
Fólk siga sum oftast, at hetta er sera vakurt. MEN heldur hetta?
Best mátin at svara hesum spurningi er, at vísa til ymisk grótlíki, sum eru gjørd fyri 10-30 árum síðan
Flest allir føroyingar kenna til stuttleikaparkirnar, so sum djóragarðar, vatnland og legoland.
Alt tað flotta gróti, klettar, fossar, hitapottar vm. er gjørt úr hesum sama tilfari.
Nógv av tí er tíggjutals ára gamalt, og líka vakurt enn.
Tað er ikki tí, at tað er fari so væl um. Hesar parkir hava fleiri hundraðtúsun vitjandi hvørt ár. Okkurt er opið alt ári runt. Har renna fleiri túsund litrar av klorvatni í gjøgnum hvønn dag.
Í djóragørunum verur hetta tilfar kleyra av smáður og stórum djórum. Tilfarið sum skal tola hesa mýkjuna kann ikki vera sært.
Tá ið tann serliga málingin, sum verður nýtt er gjøgnum herdað, tolur hon bæði fekst- og saltvatn. Hetta kenna vit frá Norðsjóvarsetrinum í Hirtshals og øðrum stórum akvariumum.
Gróður heftir seg ikki væl á hetta tilfar, sum við vanligum gróti.
Bonkurin í hesum filmsbrotinum er gjørdur úr betong og flamingo, sum er klæddur við grótlíki.
Hann tolir, at verða borin – knortlut – yvir um ánna við gravmaskinu í høðrum áarføri.
Alt kan tóð fáa skaða um ein vil hava tað at brotna – eisini vanligt grót.
Hesin bonkur verður ongantíð málaður aftur. Um 40 ár sær hann frammvegis út sum grót.
Helst verður hann tá nakað mosavaksin, eins og grót í umhvørvinum.