Back

Viðlíkahaldsfríur bonkur

Mahogni bonkurin er gjørdur til at halda í meir enn 30 ár – Uttan viðlíkahald.
Óviðgjørt mahogni verður við tíðini nátúrliga vakurt grátt, um tað far frið at eldast.

Hetta er tí ein viðlíkahaldsfrí og sera vøkur loysn.

Bonkurin kann leverast við graveraðum búmerkið, navn á virkið, stovni, kommunu, staðarnavni ella øðrum ynski.

Gjøgnumgangandi gevind-stengurnar og boltarnir í bonkinum gera, at einki spenn stendur á límingunum.
Við hesum kann bonkurin halda í meir enn 30 ár.

Ein gummipláta verður feld upp undir fótin á bonkinum, tvs. at mahognifóturin ongantíð stendur á váta túninum.

Fóturin sleppur av við regn og vatn, hetta hevur við sær at fóturin ikki drekkur vatn upp í seg og rotnar ikki.

Um bonkurin skal festast í betong ella asfalt, so verður hetta beslagið úr rustfríum stáli nýtt.

Baksíðan av bonkinum er einføld og vøkur.