Back

Vakurt og viðlíkahaldsfrítt tún

Soleiðis kann eitt vakurt viðlíkahaldsfrítt tún gerast.

Soleiðis kann eitt vakurt viðlíkahaldsfrítt tún gerast.

Eitt fitt eldri par, sum hava í nøkur ár bíðað eftir røttu loysnini, ynsktu at fáa garðin og túnið gjørt av nýggjum.

Tey gjørdu greitt frá byrjan, at túnið skuldi verða snøkt og viðlíkahaldsfrítt. Nú arbeiðið er liðugt, er stuttligt at síggja gleðina hjá teimum, nú tey hava fingið nýggja garðin og túnið.

Garðurin er klæddur við grótlíki, túnið er stoypt við sterkum littum betong, og trykt við steinmynstri. Til seinast er tað forseglað við einum haldgóðum lagi. Nakað meira viðlíkahaldsfrítt enn hetta, mann verða ringt at finna.

Vit gjørdu eisini træverkið runt um garðin.