Back

Renovering av sethúsi

Hendan uppgávan kom frá kópakonuni í Mikladali. Tað er mong ár síðan, at hon rýmdi úr húsunum. Men nú helt hon tað verða tíð upp á, at skifta tað sum trongdi til; vindeygu, hurð, klædning umframt bjálving.

Hon ynskti at vit tóku allan gamla klædningin av, soleiðis at bjálvast kundi av nýggjum áðrenn nýggi klædningurin var lagdur á. Hetta fyri, at eftirkomarar hennara kundu sita heitt og fjálgt nakrar øldir framm.

Vit síggja sjálvandi, at hon er vorðin mega grøn. Eg vænti tó ikki, at frætta aftur frá henni, fyrr enn húsaloysnir her á landi, eru vornar heilt grønar. Hvør veit.

Tørvar tær handverkarar? Vit átaka okkum fegin uppgávuna.