Nú tá fleiri og fleiri fáa sær el-bil, eru tað eisini nógar løðistøðir, sum skulu setast upp. Summi ynskja at gera eitt sindur meira burtur úr, tá ein løðistøð skal uppsetast – tað valdi hesin kundin.
Hendan løðistøðin stendur beint við eitt fornminni, og við virðing fyri umhvørvinum, heitti hann á okkum um, at gera ein stein, sum skuldi hýsa løðistøðini.
Umframt at verða ein vøkur og varandi loysn, kemur vatn og regn ikki til løðaran.