Back

Hotel Runavík

Nýggju eigarnir av Hotel Runavík hava lagt nógva orka í, at renovera hotellið. Á niðastu hædd eru gjørd fýra nýggj kømur. Øll vindeyguni móti veginum eru skift út, og síðan oman móti veginum er klædd við eternit. Øll innara síðan móti veginum er gjørd av nýggjum. Stóran part av spartli- og málaraarbeiðinum gjørdu vit eisini.

Bygningurin er ikki til, at kenna aftur. Hann er sera vakur á at líta, og vit eru sera takksamir, at tað vóru vit, sum fingu hesa uppgávu.

Vit átaka okkum allar slíkar uppgávur á okkum, ymsastaðni í landinum.
Hava tit okkurt, sum skal gerast, koma vit fegnir á staðið til eitt byggiprát.

Arbeiðið kann síggjast her, sum tað er víst á kortinum.