Flaggsteinsfóturin frá BJ Hammer;
Flaggsteinurin er gjørdur úr betong og sær út sum ein veruligur steinur.
Hann vigar 300 kg.
Flaggstong-fóturin hevur eina kjarnu úr rustfríum stáli (rustfrítt rør). Botnurin í rørinum endar í ein spíss, soleiðis at niðari endin á flaggstongini altíð er mitt í.
Ovari endin á rørinum hevur skrúður/boltar, so at man kann justera flaggstongina – soleiðis at hon stendur púra loddræt, hóast undirlendið ikki er beint og steinurin hellur.
Steinurin í sær sjálvum er eitt príði, og tí er ikki neyðugt at beina hann burtur, tá hann ikki er í brúk. Hann er gjørdur úr einum serligum tilfari og tolir at standa úti alt árið í fleiri ára-tíggju.
Tað ber eisini til at gravera búmerki í steinin.