Kundin greiddi frá, at hann hevði hevði ein tristan og gráan betongmúr frammanfyri húsini.
Av tí at múrurin er so høgur, sær hann út sum eitt forberg.
Vit komu á staðið og hugdu, tosaðu aftur og framm. Síðani avtalaðu vit hvussu garðurin skuldi síggja út, tá hann gjørdist liðugur.
Nú hann er liðugur, eru kundin – og vit sjálvir – sera væl nøgd við úrslitið.
Múrurin/garðurin er vorin fangandi og áhugaverdur, at hyggja eftir.