Back

Bonkur til Eysturkommunu

Benkurnir hava blómubeð og ruskspann, og síggja samstundis út sum klettar. Teir viga áleið 600 kg hvør.

Hesa uppgávu fingu vit frá Eysturkommunu.

Tey skuldu hava tríggjar benkur úr grótlíkið, sum skuldu halda til alskyns veður – frost, regn, vind og alt tað sum føroyska náttúran bjóðar. Eisini skulu teir halda í tíggjutals ár.

Benkurnir hava blómubeð og ruskspann, og síggja samstundis út sum klettar. Teir viga áleið 600 kg hvør.

Tað sum er serligt við hesum grótbonki, frammum útsjónd, er at hann isolerar, skilt á tann hátt at, armeraða betongilagið har ein situr á, er bert 1-2 cm tjúkt. Undir betonglagnum er flamingo, sum hevur tað við sær, at tá ein hevur sitið á beinkinum í nakrar fáar minuttir kennist hann heitur at sita á.

Hetta er nakað, sum vit fara at leggja okkum meira eftir, at gera benkur í ymiskum sniðum og støddum, sum umframt at verða vakrir og ikki fúka í stormi, eru isoleraðir og fjálgir at sita á.

Arbeiðið kann síggjast her, sum tað er víst á kortinum.